Teknmálstulkatænastan

Teknmálstulkatænastan er ein sjálvstýrandi eind undir Almannamálaráðnum, sum veitir tulk til alt slag av samskifti, har deyv/hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram. Tulkað verður úr føroyskum talumáli til føroyskt teknmál og umvent, og í ávísum førum verður eisini tulkað úr norðurlendskum ella enskum talumáli til føroyskt teknmál. Síðani 1. Januar 2016 veita vit eisini skrivitulking.
Ein tulkur er uttanveltaður og er ikki stuðul ella ráðgevi hjá brúkaranum.
Niðanfyri kanst tú lesa um ymsu sløgini av tulking, sum Teknmálstulkatænastan veitir.

Teknmálstulking

Tulkað verður beinleiðis úr talaðum máli til føroyskt teknmál og umvent.

Teknstuðlað samskifti

Her leggur tulkurin seg tætt at talaða setningsbygnaðinum og hevur týðiligar munnrørðslur. Hesin háttur verður mest brúktur til deyvblivin, sum fyrr hava hoyrt og framvegis tosa sjálvi.

Fjartulking

Her fer tulkingin fram gjøgnum skerm (teldu, teldil og/ella telefon), tvs at partarnir hava ikki fyri neyðini at vera á einum og sama stað.

Skrivitulking

Her situr tulkurin við teldu, og skrivar tað ið tulkast skal, og móttakarin fær lisið við beinleiðis á einum skermi. Hesin háttur verður mest brúktur av deyvblivnum, sum ikki eru teknmálsbrúkarar, og framvegis tosa sjálvi.

Smidligt samskifti

Neyvleiki, smidleiki og gjøgnumskygni eru lyklaorð í dagsins samskifti. Tað er umráðandi, at fólk samskifta greitt og týðiliga sínamillum, so at fólk skilja tað, sum sagt verður, og at einki dettur burtur ímillum. At sjónarmið og ynski koma greitt fram. Hetta er sjálvandi eisini galdandi í samskifti millum hoyrandi og deyv/hoyritarnað. Teknmálstulkatænastan hevur neyðuga førleikan innan samskifti millum hoyrandi og deyv/hoyritarnað og kann veita tulk til alt slag av samskifti, har deyv/hoyritarnað og hoyrandi møtast.

Tulk til eitthvørt høvi

Møguligt er at bíleggja tulk til eitthvørt høvi.
Niðanfyri síggjast nøkur dømi, sum vísa innan hvørji øki ein teknmálstulkur kann hava sítt arbeiði:

Útbúgving:t.d. á studentaskúla, handilsskúla, handverkaraútbúgving, læraraútbúgving, heilsuskúla o.s.fr.
Arbeiði:til setanarsamrøður, starvsfólkafundir, ymiskt samskifti í samband við arbeiði, upplæring, skeið o.a.
Lækna/heilsuverk:
í samband við læknaviðtalu, viðgerð, innlegging, ljósmóðir o.a.
Frítíðarvirksemi:
til tiltøk í áhugafelag, á kvøldskúla, í bindiklubba, til veitsluborðhald, føðingardagar o.s.fr
Gerandislív:
til foreldrafund og viðtalu á skúla og dagstovni, bankavitjan, tá koyrikort skal takast, í samb við húsakeyp/sølu, o.s.fr.
Kirkju/samkomur:
til guðstænastu/møti, dóp, ferming, vígslu, jarðarferð o.a.
Alment:
tíðindi og aðrar sendingar í KVF, hátíðardagar, mentanarlig tiltøk, fyrilestrar, ráðstevnur, politiskar fundir o.a.

Um tit hava serlig ynski, ber til at avtala hetta við okkum.

Tagnaðarskylda

Øll starvsfólkini á Teknmálstulkatænastuni hava tagnaðarskyldu, ið stendur við, eisini tá ein er farin úr starvi!