Norðurlendskt seminar fyri teknmálstulkar





Í døgunum 1. – 4. juni 2012 verður skipað fyri norðurlendskum seminari fyri teknmálstulkar á Gjáargarði við Gjógv.
Evnið er “Relations”. Á seminarinum luttaka 50 teknmálstulkar úr Danmark, Noreg, Svøríki, Finlandi, Íslandi og Føroyum.

Tað eru teir báðir føroysku tulkarnir Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen sum skipa fyri seminarinum,
saman við starvsfeløgum úr hinum norðurlondunum. Hetta er 5. ferð, at skipað verður fyri
norðurlenskum seminari, og hetta er fyrstu ferð at Føroyar er vertsland.
Endamálið við seminarinum er umframt samarbeiði um fakið tulking, sparring tvørturum landamørk
og íblástur til dagligt yrki, eisini at varpa ljós á okkara deyvu borgarar, teknmál, teknmálstulking
og menning av teknmáli í Føroyum.

Fult info um Seminarið og fyrilestrarhaldararnar er her sum pdf.