Smidligt samskifti

Neyvleiki, smidleiki og gjøgnumskygni eru lyklaorð í dagsins samskifti. Tað er umráðandi, at fólk samskifta greitt og týðiliga sínamillum, so at fólk skilja tað, sum sagt verður, og at einki dettur burtur ímillum. At sjónarmið og ynski koma greitt fram. Hetta er sjálvandi eisini galdandi í samskifti millum hoyrandi og deyv/hoyritarnað. Teknmálstulkatænastan hevur neyðuga førleikan innan samskifti millum hoyrandi og deyv/hoyritarnað og kann veita tulk til alt slag av samskifti, har deyv/hoyritarnað og hoyrandi møtast.

Tulk til eitthvørt høvi

Møguligt er at bíleggja tulk til eitthvørt høvi.
Niðanfyri síggjast nøkur dømi, sum vísa innan hvørji øki ein teknmálstulkur kann hava sítt arbeiði:

Útbúgving:t.d. á studentaskúla, handilsskúla, handverkaraútbúgving, læraraútbúgving, heilsuskúla o.s.fr.
Arbeiði:til setanarsamrøður, starvsfólkafundir, ymiskt samskifti í samband við arbeiði, upplæring, skeið o.a.
Lækna/heilsuverk:
í samband við læknaviðtalu, viðgerð, innlegging, ljósmóðir o.a.
Frítíðarvirksemi:
til tiltøk í áhugafelag, á kvøldskúla, í bindiklubba, til veitsluborðhald, føðingardagar o.s.fr
Gerandislív:
til foreldrafund og viðtalu á skúla og dagstovni, bankavitjan, tá koyrikort skal takast, í samb við húsakeyp/sølu, o.s.fr.
Kirkju/samkomur:
til guðstænastu/møti, dóp, ferming, vígslu, jarðarferð o.a.
Alment:
tíðindi og aðrar sendingar í KVF, hátíðardagar, mentanarlig tiltøk, fyrilestrar, ráðstevnur, politiskar fundir o.a.

Um tit hava serlig ynski, ber til at avtala hetta við okkum.

Tagnaðarskylda

Øll starvsfólkini á Teknmálstulkatænastuni hava tagnaðarskyldu, ið stendur við, eisini tá ein er farin úr starvi!