Tulkatænastan í summarfrítíðini

Í summar er skrivstovan stongd 1.juli til 1.august (báðir dagar íroknaðir) –
men tulkarnir eru til arbeiðis sum vanligt.

Tulkarnir skiftast um at fara í summarferiu, so bíleggingar kunnu sendast til Tulkatænastuna gjøgnum heimasíðuna
ella við telduposti sum vanligt. Fríggjadag verður svara upp á innkomnar bíleggingar.

Í summar verða Skype-tulkingarnar gjørdar eftir avtalu við sms-boðum
(og ikki føstu vanligu tíðirnar mikudag kl 10.00 -12.00 og hósdag kl 8.00 – 10.00).

Um onnur bráfeingis/akut tulking er neyðug, ber til at ringja til tlf. 319012 –
ella fara á heimasíðuna hjá Teknmálstulkatænastuni www.tulktekn.fo undir teigin ”aktuelt” og fáa nærri  boð.

Tykkum verður ynskt eitt gott summar!